Um okkum

Toymið handan Filmsfimi

Handan Filmsfimi er eitt toymi av fimm kreativum fólkum, sum saman hava ment Filmsfimi frá hugskoti til lidna verkætlan. Við ymiskum royndum, førleikum og felags áhuga fyri filmi hava vit lagt lunnar undir eitt tilboð, har børn og ung fáa møguleika at royna seg innan filmsgerð og menna síni skapandi evni.

Við stuðli frá BETRI til útgerð og Tórshavnar kvøldskúla til samsýningar er Filmsfimi nú vorðið veruleiki.

Okkara vón er, at Filmsfimi kann halda fram at mennast og við tíðini gerast eitt tilboð til børn og ung kring alt landið.

Karen Kristianna Gram
Karen Kristianna GramUndirvísari
Eir í Ólavstovu
Eir í ÓlavstovuUndirvísari
Barbara Lervig
Barbara LervigSamskipari
Anton Petersen
Anton PetersenLeiðari á Klippfisk
Marjun Niclasen
Marjun NiclasenLeiðari fyri Filmshúsið

Kontakt info

Hevur tú spurningar?

Set teg endiliga í samband við okkum — vit svara fegin.