At ganga til film

Vit skapa eitt stað, har børn og ung í Føroyum sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum í einari filmframleiðslu – sum leikarar, leikstjórar, fotografar og klipparar – meðan vit saman gera okkara egnu stuttfilmar.

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava hug at vera kreativ, arbeiða saman við øðrum og læra at brúka film sum miðil.

Vit skapa filmar saman – á ein stuttligan og skapandi hátt!

Týsdagar kl. 16:00–17:30

Ostahúsið, Tórsgøta 3, Tórshavn

MeldA teg til

Filmsfimi fyri 10–12 ár

Tá ið tú gongur til film, spæla vit okkum fram til góð hugskot og læra at gera film frá byrjan til enda á ein stuttligan hátt.

Vit arbeiða við hugskotum, søgum, upptøkum, ljóði, klipping og sjónleiki bæði framman fyri og aftanfyri myndatólið. Tú sleppur at royna ymiskar leiklutir í einari framleiðslu – sum leikara, leikstjóra, fotografur og klippara – meðan vit gera okkara egnu stuttfilmar saman.

Skeiðið er ætlað teimum, sum vilja vera kreativ, arbeiða saman við øðrum og læra at brúka film sum miðil. Dentur verður lagdur á spæl, hugflog og praktiska filmsframleiðslu – og gleðina við at skapa film saman.

Mikudagar kl. 16:00–17:30

Ostahúsið, Tórsgøta 3, Tórshavn

MeldA teg til

Filmsfimi fyri 13–15 ár

Hevur tú hug at læra at gera filmar – frá fyrsta hugskoti til lidnan film? Á Filmsfimi sleppa ung at arbeiða kreativt við filmsframleiðslu saman við øðrum ungum, sum eisini hava áhuga fyri filmi.

Á skeiðnum arbeiða vit við øllum liðunum í filmsframleiðslu. Tú lærir um myndamálið: frá hugskotsmenning, manuskript, storyboard, myndatøku, ljós, ljóð, leikstjórn og klipping, sum kunnu brúkast at siga søgur, skapa eina stemning og fáa eitt hugskot fram á lørrið.

Dentur verður lagdur á tað praktiska arbeiðið, samstarv og egna kreativitet – fyri ung, sum vilja fordjúpa seg í filmi og menna seg sum filmskaparar.