Tilmelding og kunning
Lýsingar av skeiðunum eru her á filmsfimi.fo og eisini á kvoldskulin.fo
Tilmeldingin letur upp mánadagin 24. august kl. 20:00.
Tað eru bert 10 pláss á hvørjum skeiði. Tá ið skeiðið er fullteknað, koma hini á bíðilista.
Soleiðis gert tú
- Tú kanst tekna teg til Filmsfimi umvegis heimasíðuna hjá Tórshavnar kvøldskúla. Far inn á: https://www.kvoldskulin.fo/
- Trýst á “Finn títt skeið her”
- Skriva “Film” í teigin “Leita her” og trýst á Enter.
- Síðani finnur tú Filmsfimi fyri 10–12 ár og Filmsfimi fyri 13–15 ár
- Skeiðini lata upp fyri tilmelding 24. august kl. 20:00
- Tá ið tilmeldingin er latin upp, kemur ein knøttur fram, har tað stendur “Melda til”. Trýst á “Melda til”.
- Trýst á “Legg í kurv”.
- Trýst síðani á “Enda tilmelding”.
- Tá ið tú hevur trýst á “Enda tilmelding” mást tú góðtaka treytirnar fyri at koma víðari.
- Um tú ert fyrrverandi næmingur, kann tú rita inn ovast. Um ikki, so mást tú fylla teigarnar út og stovna eina brúkara.
- Síðani verður ein brúkari stovnaður.
- Tá ið teigarnir eru fyltir út, trýst so á “Fram”.
- Tá ið tú hevur fylt teigarnar út, fært tú ein teldupost við kunning um innritan.
- Fyrstu ferð tú ritar inn, skalt tú trýsta á leinkjuna “Eg vil gjarna stovna eitt nýtt loyniorð”: “Trýst her”. Ein nýggj síða letur seg upp, og har gert tú tær eitt loyniorð.
- Tá ið tilmeldingin er skrásett, verður teldupostur við gjaldsleinkju sendur til verjan. Gevið gætur at næmingagjaldið skal rindast beinanvegin. Hetta kann taka nakrar dagar, áðrenn telduposturin kemur. Minst til at kanna óynskan post/spam.
- Øll, sum eru meldaði til og hava fingið pláss á skeiði hjá kvøldskúlanum, fáa boð frá undirvísaranum umvegis telefon ella teldupost, tá ið ymisku skeiðini byrja.
Eru spurningar ella ivamál eru tit vælkomin at skriva ein teldupost til karenkgram@hotmail.com ella senda eina boð á facebookvangan hjá Filmsfimi.
Vit gleða okkum at síggja teg!
Kontakt info
Hevur tú spurningar?
Set teg endiliga í samband við okkum — vit svara fegin.
- Tórsgøta 3, 100 Tórshavn
- 29 66 00
- karenkgram@hotmail.com
